«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Addressa

Tórshavn
Postadressa
Box 1110
Jøkulstræti 4
110  Tórshavn

 

www.Kiwanis.is
www.kiwanis.org
www.kiwanis.no

    
 
    
   

Um okkum

Hvat er Kiwanis?

Kiwanis er ein altjóðafelagsskapur av sjálvbodnum, við tí stavnhaldi at stuðla teimum, ið tørva hjálp.

Eyðkennisorðini hjá Kiwanis eru:

  • Børnini fyrst og fremst
  • Hjálpi heimsins børnum
  • Tænasta til børn

Kiwanis leggur áherðslu á mannavirði og at styrkja og menna felagsskapin.
  

Endamálið hjá Kiwanisfelagskapinum.

  • At meta andalig og menniskjalig virði hægri enn verðslig virði.
  • At stuðla upp undir at dagligt lív verður soleiðis: “At tað sum tit vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum.
  • Royna at bøta um samskiftið fólkanna millum.
  • Við at stovna Kiwanisfeløg verður grundarlag lagt undir verandi vinskap og samstundis undir eitt betri samfelag                    
  • Gjøgnum Kiwanis at arbeiða saman fyri at styrkja alment álit, rættvísi og sunnari felagsskap.
  • Gjøgnum samstarv at skapa og varðveita eina sanna, almenna hugsan, eitt ósjálvsøkni, ið ger tað møguligt at fremja rættferð, rættartrygd eins og altjóða og tjóðskaparliga fatan  og góðvilja. Harumframt at vera trúgvur móti landi sínum, tá ið tað viðurkennir frælsi hins einstaka.

Hví skal eg stuðla Kiwanis?

  • Kiwanis er ein felagsskapur, har tú fært vinir fyri lívið.
  • Í Kiwanis læra vit at standa fram og siga okkara áskoðan.
  • Tað er stuttligt at verða limur í Kiwanis
  • Í Kiwanis fáa vit gleði av at hjálpa teimum, sum ikki hava tað gott.
  • Kiwanis er ein felagsskapur, sum fær viðskiftasamband í lag millum limir.

Hvat fái eg burtur úr at vera í Kiwanis?

Tað gevur mær høvi at ogna mær upplýsingar um tørvin í     samfelagnum, og at arbeiða saman við øðrum at nøkta henda tørv.

Tað gevur mær stóra gleði at sleppa at stuðla samfelagnum. Tað gevur mær gleði at njóta felagsskapin við aðrar limir og saman við teimum at arbeiða fyri tídningarmiklum málum.

Tað ger meg ernan at sleppa at vera limur í altjóðafelagsskapi saman við hundrað túsundum í øllum heiminum, sum hugsa á sama hátt.

Ynskja tygum at gerast limur, ella fáa samband við Kiwanisfelagsskapin, ring til onkran av nevndarlimunum.

Øssur av Steinum , formaður                          tlf.314109
Hans J. Michelsen   kassam.                           tlf 214414
Símun Hammer skrivari                                  tlf.315651
Ólavur Joensen  nevndarlimur                         tlf.317580
Hilmar Joensen nevndarlimur